Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í alt 18 samskiparar og nevndarlimir tók lut á skeiðnum innan fótbóltsfyrisiting. Skeiðið eydnaðist væl, og verður væntandi fastur partur av virkseminum hjá FSF

Føroya Tele-deildin, kvinnur: KÍF – SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 15-25, 25-17)

Tveir føroyskir vektlyftarar lyftu seg til gull í donskum meistarastevnum í olympiskari vektlyfting herfyri. Báðir fara teir at luttaka á FM 2022

 

Undirtøkan var góð, tá fjepparar hjá enska fótbóltsfelagnum Newcastle United í Føroyum høvdu stovnandi aðalfund. Aðalfundurin varð hildin í Landskrona Sports Bar

Tað sigur Eva Winther Nagata úr Hoyvík, sum hevur spælt flogbólt uttanlands í seks ár, fimm ár í Danmark og eitt í Kanada

Mikukvøldið 23. mars verður sjóneykan sett á, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttakappingum og – tiltøkum

Tórshavnar Súkklufelag skipaði aftur fyri súkklukapping í vikuskiftinum. Aftur hesa ferð var tað kappast í Einkultstarti og aftur hesa ferð var tað Jákup Petur Eliasen, ið endaði ovast á sigurspallinum

Vónin hjá KÍF er nú, at Dráttur fær somu lagnu ímóti TB næsta fríggjakvøld, sum KÍF fekk fyrradagin. So kann bronsan aftur enda í Kollafirði

Leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars vóru steypakappingarnar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík. Her eru úrslitini

Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi

 

Í dag 13/03 hava bogaskjúttar kappast á 18 metra frástøðu í hølinum hjá Tambar í Tórshavn

Farna fríggjadag byrjaði nýtt B4-venjaraskeið hjá FSF. 21 venjarar eru á skeiðnum hesaferð – 12 mannfólk og níggju kvinnur

FM vinnararnir úr Klaksvík hava sett sær høg mál fyri kappingarárið 2022. Teir ætla sær at spæla í evropeiskum bólkaspæli, og fyri teir er hetta avgjørt eitt realistiskt mál

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dysturin millum Víking og EB/Streym verður spældur í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19:00

Chelsea hevur í løtuni ikki atgongd til sína bankakonto hjá Barclays, sambært Sky Sports

Høvuðskappingin er í dag og í morgin, leygardagin. Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri festivalinum. Tann fyrsta royndin varð gjørd í 2019 við góðari hjálp frá Tórshavnar kommunu

Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Ísrael. Á Ramat Gan National Stadion í Tel Aviv vann heimaliðið 2-0

Í ár verður farið undir at kjósa besta spælara hvønn mánaða í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum. “Besti spælarin hendan mánaðin” verður gjørt í samstarvi millum FSF, Betri og EFFO

Bretland sanksjonerar og frystir ognir hjá sjey russikum oligarkum. Teirra millum Chelsea-eigaran Roman Abramovitsj, sum tí ikki fær selt fótbóltsfelagið

Marghøllin er karmur tá Treysti í Klaksvík vitjar Hvistuna í Vági og tey saman hava tiltakið Kids athletics

Í fjør skrivaði Áki Samuelsen søgu, tá ið hann gjørdist yngsti leikarin á føroyska U21-landsliðnum nakrantíð. Í ár ætlar ungi havnarmaðurin at vinna greipuna við barndómsfelagnum, HB

Hetta verður fyrsta ferðin, at føroysk landslið í flogbólti fara at luttaka í CEV EuroVolley undankappingum, og tí er hetta nakað serligt fyri føroyskan flogbólt

Seinnapartin í dag fekk løgmaður handaðar undirskriftir frá 832 fólkum

Fríggjadagin og leygardagin 11. og 12. mars verður Tórshavnar Bridgefestival aftur hildin í Havn

Leygardagin klokkan 17 verður kappingin hjá kvinnunum sparkað í gongd við stórsteypadystinum millum tey bæði bestu í fjør, KÍ og NSÍ, og tað er Epilepsifelagið, ið fær ágóðan hesaferð

- Mikudagin, 9. mars klokkan 16:00, er hvør og ein vælkomin út í Tinganes at stuðla Róðrarfelagnum Knørri

18 ára gamli framherjin hjá NSÍ, Jørgen Nielsen, dylur ikki fyri, at NSÍ ætlar at vinna sær plássið í evropeiskum fótbólti aftur

Teir tryggjaðu sær Løgmanssteypið í einari spennandi finalu, sum mátti avgerast uppá brotsspørk. Hetta var samstundis tað, ið bjargaði árinum hjá B36, sum undan kappingarárinum hevði havt nógva útskifting á liðnum

Lagt var upp til rættiligt brak í Fuglafirði í gjárkvøldið, tá ÍF tók ímóti SÍ, sum ikki hevði ráð at tapa, um lív skuldi haldast í vónini um FM-finalur

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki var leygardagin, 5. mars, í Bylgjuni í Runavík

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. mars 2022

Í dag vórðu sáttmálar undirskrivaðir við Ken Fagerberg og Brynjar Jacobsen Poulsen fyri komandi kappingarár, skrivar Royn

- Eingi ítróttarfólk fara til kappingar í Russlandi ella Hvítarusslandi. Eingi ítróttarfólk úr Russlandi ella Hvítarusslandi sleppa at luttaka í okkara kappingum

Fótbóltsblaðið 2022 er útkomið, og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið. Í blaðnum hesaferð eru tað serliga tey ungu, ið hava fingið orðið

Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara. 5 umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya

Jákup Petur Eliasen gjørdist vinnari av ársins fyrstu súkklukapping, ið TSF skipaði fyri

Um vikuskiftið hava Úrmælingadómararnir hjá FSF verið á skeið, har teir hava fyrireikað seg til eitt nýtt kappingarár

Fyri fyrstu ferð í talvsøgu Føroya skal Eiði hýsa FM í talvi fyri einstaklingar, sum aftur í ár verður telvað um páskini

Ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt hevur verið á um vikuskiftið, og sjálvt um veðrið argaði eitt sindur, so fingu luttakararnir nógv burtur úr

Sunnudagin klokkan 16 verður ársins fyrsti almenni fótbóltsdystur, tá ið føroyameistararnir úr KÍ og steypavinnararnir úr B36 møtast á Tórsvølli

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Ísrael í komandi mánað

832 fólk heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi

Havnar Dartfelag skipar saman við Dartsambandi Føroya í døgunum 18 – 20 mars fyri tveimum altjóðað dartkappingum í Føroyum. Tað eru kappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open

Undirskriftarinnsamling: Yvir 600 fólk heita á løgmann um loysa málið um uppsøgnina av RK – og fleiri leggjast afturat

Tað dróg saman ímillum H71 úr Hoyvík og HC Galychanka Lviv úr Kiev ímóti endanum

Undan fjórðingsfinaluni í kvøld millum H71 og ukrainska HC Galychanka Lviv kemur EHF nú við eini seinastu áheitan um, at feløgini finna eina semju um, at bara dysturin í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20 skal spælast, og at vinnarin har verður tað liðið, ið kemur víðari

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin á Hotel Hilton í Havn. Roknskapurin fyri farna ár vísti eitt yvirskot upp á slakar 2,7 milliónir krónur

Nú kemur ferð á e-sportin aftur. Um slakar 2 vikur byrjar næsta kappingarár í Effo Deildini, har heili 130+ leikarir eru skrásettir, og yvir 2500 føroyingar hava fylgt gjølla við á livestroymingini frá fyrra kappingarár

Formaðurin og næstforkvinnan stóðu fyri endurvalið, og blivu tey bæði vald aftur í nevndina

Kappingin um WRICH/ heimsmeistaraheitið í inniróðri, verður í døgunum 25. og 26. februar. 7 føroyskir luttakarar hava kvalifiserað seg at luttaka í kappingini í einum ella tveimum flokkum