Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag hevur FIFA góðkent Ovara vøll í Gundadali, sum so merkir at aljóða dystir kunnu leikast á vøllinum

Á samkomu seinnapartin loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið fyri Langhylinum í Gundadali. Borgarstjórin greiddi eisini stutt frá verkætlanini, sum er slóðbrótandi í føroyskari ítróttasøgu

Í dag hevur IIGA boðað frá, at oyggjaleikirnar sum skuldu verða á Guernsey í 2021, í staðin verða í 2023

Leikskráin hjá A-landsliðnum við monnum til komandi HM-undankapping er komin upp á pláss. Føroyar byrja á útivølli móti Moldova tann 25. mars

Føroyar eru í Bólki F saman við Danmark, Eysturríki, Skotlandi, Ísrael og Moldova

Í dag klokkan 14 bar aftur til at skoyta á skoytibreyt í Havn. Skoytibreytin er á niðara vølli í Gundadali

Mikudagin fer Annika Olsen, borgarstjóri, at seta hakan í Langhylin og siga nøkur orð

Leygardagin varð skipað fyri FM í eFótbólti. Tróndur “Molle” Egholm Vørmadal vann eldra bólkin, meðan Benjamin “Bouito” Bogason vann hjá teimum yngru

Skoytibreytin letur upp í dag 7. desember 2020 á niðara vølli í Gundadali kl 14

Um vikuskiftið varð skipað fyri hátíðarløtu á Hotel Brandan í samband við at í alt 18 venjarar hava fingið UEFA A- og UEFA B-venjaraprógv

Tá steypafinalan í dag varð spæld var tað eitt størri apparat enn vanligt sum fór í gongd

HB er steypavinnari 2020 og við tí greipuvinnari í ár. HB vann steypafinaluna 2-0 á Víkingi

Av teimum 11, sum tóku B-venjaraútbúgving í ár, eru fýra kvinnur. Ein teirra er landsliðsleikarin Jacoba Langgaard, og hon vónar, at fleiri kvinnur vilja taka venjaraleiðina

- Er tíðin nú komin at lækka talið av liðum í bestu deildini úr 10 niður í 8, og lata liðini møtast innanhýsis fýra ferðir ístaðin fyri tríggjar innanhýsis uppgerðir?

Orsakað av ymsum tøkniligum trupulleikum verður skoytibreytin á niðara vølli í Gundadali ikki klár at taka í nýtslu nú leygardagin

Eftir fimm ár í venjaratoyminum hevur John Petersen nú takkað fyri seg á A-landsliðnum hjá kvinnum

Fyri tveimum árum síðani varð nýggja svimjihøllin í Runavík mett at kosta 66 milliónir. Nú er metingin, at hon fer at kosta umleið 100 milliónir, skrivar KVF

Seinasta vikuskifti var stór badmintonkapping í Klaksvík fyri børn, ung og vaksin

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi

FSF hevur avgjørt at leingja øll UEFA A- og B-venjaraprógv við einum ári. Orsøkin er truplu umstøðurnar hjá venjarum at fáa neyðugu impulstímarnar

Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið byrjar týsdagin 1. desember klokkan 18:00. Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF

Runavíkingurin við tí gandakenda vinstra beininum, skal komandi tvey árini spæla í tí kongabláu KÍ blusuni

- Við langhylinum tekur føroysk svimjing eitt stórt stig út í heim við luttøku í altjóða kappingum, eins og vit nú kunnu hýsa størri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum, sigur Annika Olsen

14 skjúttar vóru møttir til kappingina, 4 compound og 10 recurve

Føroyameistarakappingin fyri feløg varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 28. november 2020

Ítróttafrádrátturin er hækkaður úr kr. 30.000 til kr. 50.000 um árið, galdandi frá 1. januar 2020

Dreingir U21 vunnu í kvøld steypafinaluna ímóti B36 2-1, og harvið er AB U21 steypavinnarar 2020

Leygardagin 28. novembur verður liðkapping í amboðsfimleiki í Fimi

Staðsetingin í krókinum móti B36-húsinum gevur møguleika at hava skoytibreytina í fullari stødd, tað vil siga umleið 30 x 25 metrar

Havnarmenn gjørdu bart í dystinum móti Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag. Dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í Vestmanna í stórum felagstiltaki sunnudagin

AB dreingir U21 vunnu í kvøld 2-1 á Víkingi í semifinaluni í steypakappingini. Dysturin var spældur í Gøtu, og ikki sørt av spenningi var í dystinum

Dystirnir í fimta umfari í landskappingini í talvi eru seinnapartin. Telvað verður í Vestmanna í stórum felagsumfari

Føroyska landsliðið hevur vunnið Bólk 1 í Nations League og 6 milliónir krónur

Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum leit Jana Thomsen aftur á hesi 34 árini, hon hevur verið virkin í føroyska fitnessheiminum

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið til mikudagin 25. november. Orsøkin er koronareglurnar, ið raka føroysku landsliðspælararnar

Fimleikafelagið Ljósið hevur í dag skipað fyri eini verkstovu fyri venjarar á kappingarliðunum undir heitinum Fimleikur og sálarheilsa

Leygardagin 14/11 var kapping á 12 metra frástøðu fyri børn/ung og sunnudagin 15/11 var kapping fyri tey vaksnu á 18 metra frástøðu

Sarah Mahfoud sleppur kortini ikki til Las Vegas at boksa um trý HM belti. Korona er orsøkin

BBC skrivar um Hilmar Leon Jakobsen, sum eftir stuttari tíð er komin heilt fram í oddin í føroyskum ítrótti, og nú vil út í heim at gera seg galdandi

Góð undirtøka var í fleiri av aldursbólkunum, tá HBF í samstarvi við BSF skipaði fyri badmintonkapping í tvímansleiki í dag

Sunnudagin verður avgerandi dystur millum Drátt og Mjølnir um, hvør skal fylgja SÍ í FM finalurnar

Leygarmorgunin 14. novembur skipar Hvistan fyri heilsutúrið í Suðuroynni

Dentur verður lagdur á, at børnini eru virkin og /ella eygleiðandi, so at tað tey av sær sjálvum eru virkin og á tann hátt uppliva eina rørslugleði

Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum U21-landsliðsvenjararnir, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen senda á vøllin frá byrjan ímóti Spania

Fyrsti triðingurin av meistaradeildini hjá monnum var lagdur aftur um bak seinasta vikuskifti, og í dag verður farið í holt við annan triðing, tá Mjølnir tekur ímóti SÍ – fyri aðru ferð í 10 dagar

Trygd og Menningarsambandið fyri kurvabólt hava longt samstarvsavtaluna fram til 2022

Tað er greitt, at høvuðsvenjarin seinastu fýra árini, Jákup á Borg, ikki verður á síðulinjuni, tá B36 um knappar tvær vikur skal spæla móti AB í kappingini um Løgmanssteypið

Triðja og seinasta FM kappingin í fjallasúkkling var í vikuskiftinum. Kappast var á longum teini, og kallast henda kapping, MTB XCM, ella MTB Marathon

Heini Vatnsdal og Patrik Johannesen hava givið avboð til landsdystirnar móti Litava, Lettlandi og Malta. Eisini á U21-landsliðnum eru broytingar framdar í hópinum upp undir dystirnar móti Spania og Kasakstan

Dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi hava verið í dag sunnudagin