Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Landskappingin í fremstu deildini hjá monnum er nú klár. Ársins fyrsti dystur í Betri Deildini verður á Dungasandi leygardagin 9. mars millum 07 Vestur og Víking

- Tað stóð nógv á Fleyr í dystinum í steypakappingini í gjárkvøldið, har tað eftir tógvið stríð eydnaðist at vinna 3-2 á KÍF, sum er styrknað nógv við heimafturkomnu Elsu Samuelsen og nýggja brasilska leikaranum Luana Luciano

Hósdagin 22. mars spælir manslandsliðið ársins fyrsta dyst, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti á Marbella Football Center í Spania

SÍ fekk óvæntaða mótstøðu frá Fleyr B

Um vikuskiftið hava 8 leikarar á føroyska badmintonlandsliðnum luttikið í kapping í Århus

Landsliðsvenjaratoymið valdi út ein hóp av spælarum, sum hetta vikuskiftið eru til kapping í Aarhus

Ein samd starvsnevnd hevur avgjørt at seta Kristin Dam Ziska í starv sum aðalskrivara hjá Fótbóltssambandi Føroya

- Tórshavnar Kommuna vil alla tíðina menna og víðka um møguleikarnar hjá ítróttinnum og øðrum fríðtíðaraktiviteti. Eg fari tí at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við nýggju hølunum, segði Annfinn Brekkstein

- Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ

Við sigri á Ternuni hevur Mjølnir so gott sum tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini

- Økingin av endaspælinum til 24 lið hevur verið nógv umrøtt, men upplivingarnar við til dømis Føroyum blástempla økingina, sigur hondbólts serfrøðingurin hjá TV 2, Rasmus Boysen

- Hóast samráðingarnar vóru komnar langt, rakk ikki á mál við Eirik Bakke, tað harmast vit um, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, við Norðlýsið

Vónbrotið var stórt hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu eftir tepra tapið fyri Póllandi, men fótfimi spælskiparin lovaði føroyingum meir frá hondbóltslandsliðnum í framtíðini, skrivar KVF

Aftur nú í dystinum móti Póllandi varð Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin besti leikari, men Føroyar taptu kortini dystin við 4 málum á muni

Tað er rættur ólavsøkuhýrur á gistingarhúsinum á Alexanderplatz í Berlin, har ein ørgrynna av føroyingum búgva undir EM-endaspælinum. Jógvan Skeel Nolsøe hevur verið framvið

- Vit eru millum tey bestu í Berlin

Andreu Marín og Ignacio García døma triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum hjá føroyingum, skrivar KVF

- finaluvónin hjá TB svann eftir ósigur fyri Fleyr

Triðja umfar í Grand Prix-kappingini varð spælt í høllini á Hálsi í gjár, leygardagin 13. januar

Rói Berg Hansen, landsliðsleikari, og hinir á liðnum høvdu ilt við at sovna í gjárkvøldið eftir góða úrslitið móti Noreg, skrivar KVF

Fótbóltssamband Føroya hevur seinastu tíðina arbeitt við at menna eina nýggja UEFA C venjaraútbúgving, sum er í trá við krøvini frá UEFA Coaching Convention

- Ternan gav ÍF dygga mótstøðu

– Eg vóni at teir hava nokk av bjóri í Berlin, tí hetta verður roknað sum ein sigur av føroysku stuðlunum, sigur viðmerkjarin hjá NRK, Håvard Tvedten

Føroyska hondbóltslandsliðið hevur skrivað søgu so tað forslær - hetta er størsta sensasjón nakrantíð

Ein sera spennandi dystur millum Føroyar og Noreg í EM-kappingini. Her eru nakrar forsíður í norsku miðlunum beint nú

Jónas G. Djurhuus, Ísak Vedelsbøl og Allan Norðberg eru ikki við í dystarhópinum til dystin ímóti Noreg í kvøld, skrivar KVF

- KÍF hevur givið øllum liðum mótstøðu í ár, men samstundis hava avrikini gjøgnum heilar dystir verið ov óstøðug til at vinna teir, og tað sóu vit aftur í steypakappingini í gjárkvøldið, tá TB vitjaði í Kollafirði og vann 3-1

- Skapagøtu stýrir øllum. Hann kann skapa meiriluta móti teimum bestu liðunum, segði landsliðsvenjarin hjá Noreg, Jonas Wille, við TV 3 eftir sigurin í kvøld móti Póllandi

Hondbóltssambandið skipaði seinnapartin fyri móttøku í Berlin í samband við luttøkuna hjá hondsbóltslandsliðnum hjá monnum í EM-endaspælinum. Samanlagt góð hundrað fólk vóru við til móttøkuna

Televarpið fer at senda fýra dystir um mánaðin úr bestu italsku deildunum – Superlega og Lega Volley Feminele

Hákun West av Teigum gjørdist Player of the Match í dystinum millum Slovenia og Føroyar, sum Slovenia vann 32-29

"Hetta er eitt fantastiskt upplivilsi," siga føroysku hondbóltslegendurnar Egga Jacobsen og Niels "Natte" Nattestad, ið eru millum føroysku hondbóltsfjeppararnar í Berlin

Sjónvarpsskráin næstu dagarnar verður sera spennandi, tí hon verður merkt av bæði EM-luttøkuni hjá manslandsliðnum í hondbólti og trónuskiftinum í danska kongshúsinum

- Eg ynski tykkum góða eydnu! Tit skulu vita, at vit øll longu eru so ómetaliga stolt av tykkara stóra bragdi at verða komin til EM-endaspælið

Favorittarnir til FM og í Bónus kappingini fyri menn, Mjølnir, máttu í dag greitt lúta fyri einum sera vælleikandi SÍ liðið, sum vann 3-1 á útivølli í Badmintonhøllini í Klaksvík

Farna vikuskifti vóru tíggju núverandi og fyrrverandi dómarar og hjálpardómarar á skeið. Endamálið er at útbúgva fleiri dómarainstruktørar, og væntandi hava allir staðið endaligu royndina í mai mánaða

FSF hevur avgjørt at skipa kappingina í Betri Deildini hjá kvinnum sum grundspæl og endaspæl. Byrjað verður 25. mars, og kappingin endar leygardagin 19. oktober

Í kvøld kl. 19 verður fyrsti dystur í steypakappingini hjá monnum spældur, tá Mjølnir og SÍ møtast í Badmintonhøllini í Klaksvík

Jysk hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðani 2002, og man hetta verða ein av longstu samanhangandi stuðulsavtalunum í føroyskum ítrótti

Atlantic Airways hevur sera nógvar fráferðir til Berlin um dagarnar. Í morgun fór so sjálvt landsliðið, skrivar Norðlýsið

Tummas Erling Djurhuus er nýggjur hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, sum eisini hevur fingið nýggjan málmansvenjara

Vikuskiftið 9. og 10. mars verður sjøtul settur á Betri Deildina hjá monnum. Kappingin endar leygardagin 26. oktober, og eina viku seinni er steypafinalan á skránni

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi - Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag

Bónus kappingin fyri kvinnur varð í dag serva í gongd høllini á Giljanesi, har tvey tey bestu liðini higartil í landskappingini - Dráttur og Fleyr - hittust. Talan var um dysti í bólki 2 í kappingini.

Føroyska álopsspælið var gott, men verjuspælið sat ikki akkurát sum tað skuldi, segði Hákun West av Teigum, eftir at Føroyar vunnu við 10 málum ímóti Belgia (Mynd: KVF)

Andrass Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í Hondbóltssambandi Føroya

Kappast var í øllum aldursbólkum, og nógvir spennandi dystir og ikki minst spennandi kappingar hava verið hesar báðar dagarnar

Á eykaaðalfundinum hjá felgnum í gjárkvøldið var á skránni umskipan av eigaraviðurskiftunum í HB-húsinum, og samtykti fundurin einmælt at gera eitt ognarfelag, sum skal eiga og reka HB-húsið

Markus Hellisdal verður partur av toyminum á Skála Ítróttarfelag komandi kappingarár

- Nevndin hevur úttikið juniorrógvarar, sum skulu umboða Føroyar í Gladsaxe 20. januar, har kappast verður um danmarksmeistaraheitið í innirógving