40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

FC Trón er nú á veg til París og skulu møta Viking Club, Paris, sunnudagin kl 14

Byggisáttmálin um stórhøllina Føroya Arena varð undirskrivaður í morgun. Talan er um bygging av eini stórhøll fyri 243 miljónir krónur

Ársins fyrstu steypafinalur verða á Tórsvølli fríggjadagin 30. september. Klokkan 17:30 spæla U13 Dreingir, og klokkan 19:30 fara U21 á vøllin

Í samband við UEFA Grassroots-vikuna, varð mikudagin skipað fyri spølum og venjingum á Tórsvølli, har næmingar frá Serbreytunum á Glasi og á Kambsdali luttóku

- Eg eri ikki tolin, og tað er kanska ikki so heppið hjá einum startdómara, sigur Hallur Ellingsgaard, sum eftir 44 ár hevur dømt kappróður fyri seinastu ferð

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum stóð seg avbera væl í venjingardystunum móti Belgia, Onglandi og Hollandi

Tilmeldingin til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023, sum verður 4. juni, er latin upp

- Meðan KÍ-spælarar og viðhaldsfólk næstseinasta leygarkvøld hátíðarhildu, at 20. meistaraheitið hjá felagnum var fingið til høldar, gekk Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari, í havnargøtum, har hann var frá sær sjálvum, skrivar Dimma.fo

Føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Håkan Ericson, er vanliga ein sera siðiligur og sømiligur maður, skrivar KVF, men ovfarakæti kann fáa dámliga og altíð væl klædda svian brádliga at bóltaði rút

Tað eru um 6 ár síðan, at nevndin fyri Brigdehúsið vendi sær til kommununa viðvíkjandi eini varandi loysn fyri Brigdehúsinum í Gundadali

Fyri løtu síðani skoraði Viljormur Davidsen fyri Føroyar í dystinum móti Turkalandi, og nakað aftaná skoraði Jóan Símun Edmundsson til 2-0

Håkan Ericson hevur framt tríggjar broytingar til dystin móti Turkaland, samanborið við byrjunaruppstillingina í Litava

Ein javnleikur og eitt tap er føroyska úrtøkan higartil móti Turkalandi, sum vitjar á Tórsvølli í kvøld

Øll tey norðurlendsku ítróttasambondini hava verið saman í Oslo á felag norðurlendskum ítróttafundi í døgunum 22.-23. september

Klaksvíkingurin, Jákup B. Andreasen, stútaði bóltin í netið eftir framúr frísparksinnlegg frá einum øðrum klaksvíkingi, Jóannes Bjartalíð. Hetta er fjórða málið á rað á A-landsliðnum, ið er skorað av einum klaksvíking

Landsliðsvenjararnir, Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í UEFA Nations League dystinum móti Litava

Síðsta vikuskiftið var skipað fyri badmintonkapping í Klaksvík. Hetta er kapping, ið KBF skipaði fyri saman við BSF

Nú er greitt, at skaðin, sum Hallur Hansson fekk sunnudagin, er so mikið álvarsamur, at liðskiparin ikki verður tøkur til dystirnar móti Litava og Turkalandi

Magni Mohr letur væl at kropsligu støðuni hjá føroysku spælarunum, sum hósdagin skulu á vøllin at dystast við litavar

A-landsliðið við monnum er komið til Vilnius, har litavar taka ímóti á LFF Stadion hóskvøldið klokkan 19:45

Ári Mohr Jónsson hevur givið avboð til dystirnar móti Litava og Turkalandi. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Daniel Johansen

KÍ er føroyameistari í fótbólti 2022! Bert smáir matematiskir møguleikar kunnu forða hesum

Í summar var UEFA TV á vitjan i Føroyum. Her hittu teir millum annað Håkan Ericson og Klæmint Andrasson Olsen

Eftir enn ein sigur liggur Jákup Petur Eliassen nú klárt á odda í GIANT TT kappingin 2022. Eftir fýra umfør hevur Jákup Petur fult stigatal, tvs. 28 stig

Ljósið slóknaði á Tórsvølli í kvøld undir dysti millum B36 og Skála

Nú er greitt, hvørji lið hava spælt seg í steypafinalurnar í yngru deildunum. Tilsamans átta feløg eru umboðað í teimum seks finalunum, sum allar verða á Tórsvølli

Síðst í august mánað byrjaðu Kári á Høvdanum, Alex Troleis og Jóhan Hendrik Ellefsen á VAR skeiði hjá DBU

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt nýggjan styrkilista fyri september 2022. Úrslitini hjá Føroyum á talvolympiaduni í summar síggjast nú aftur

Tað gongst væl við arbeiðinum at leggja Føroya mest umhvørvisvinaliga graslíki á fótbóltsvøllin við Løkin

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at gestablídnið var ótrúligt í Kollafirði til Kollarfjarðadagarnar. Serliga dagin í dag fer hann at minnast við gleði – og hann ætlar at melda til aftur næstu ferð

Mánadagin 12. september klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har hópurin til UEFA Nations League dystirnar móti Litava og Turkalandi verður kunngjørdur

Skipaða ríðingin hevur av álvara fingið fastatøkur sum ítrótt í Suðuroynni

StÍF og Mike hava gjørt sáttmála um, at hann skal verja málið hjá besta mansliðnum hjá felagnum hetta kappingarárið

Á lítlari hátíðarløtu týsdagin fingu 17 venjarar handað UEFA B-venjaraprógv. Talan var um 11 menn og seks kvinnur

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer á venjingarlegu í Spania

Victor Máni Matthiasson spælir við StÍF hetta kappingarárið. Victor er 22 ára gamal, er strikuleikari. Hann leikti seinasta kappingarár við íslendska felagnum Fjølnir

Stóra ráðstevnan, Football is Medicine, sum var í Føroyum í 2020, fær nú altjóða heiðurslønina INCREDIBLE IMPACT frá BestCities Global Alliance og International Congress and Convention Association

StÍF hevur gjørt sáttmála við íslendska leikaran Egill Már Hjartarson fyri komandi kappingarár

FSF Varpið: U9 venjing við kvinnulandsliðnum á Tórsvølli

Nýggja starvsnevndin hjá ÍSF hevur nú havt sín fyrsta fund, síðani Anna-Maria Toftegaard, Kerstin Laksáfoss og Magnus Tausen herfyri vórðu vald í nevndina fyri Schandorff Vang, Jon Hestoy og Sigurð Rasmussen, ið ikki tóku við afturvali

Hondbóltsspælararnir, Brandur Halgirsson og Leivur Mortensen, eru endaðir í einari keðiligari støðu, nú felag teirra, Ajax, í Keypmannahavn er hótt av húsagangi, skrivar KVF

Aðalfundurin hjá Ríðisambandinum var hildin í morgun, frá at vera bara mannfólk í nevndini, eru nú tvey konufólk og tvey mannfólk

Nú um vikuskiftið eru liðin júst hálvthundrað ár síðan tiltikna 66-liðið hjá KÍ setti punktum fyri síni glæsiligu sigursrøð. 3. september 1972 vunnu teir sítt seinasta FM-heiti

Tað vera EB/Streymur og HB, ið skulu spæla ársins finalu um Thomas Dam Intersport steypið, sum er steypakappingini hjá U21

Herfyri varð kunngjørt, at samlaða fíggingin til bygging av Føroya Arena er komin uppá pláss. Harvið er grundarlagið fyri at fara undir byggingina av stórhøllini til staðar

Tíðindini um, at stóra hondbóltstalentið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, skiftir til stóra týska hondbóltsfelagið, THW Kiel, eru nú váttað. Hann fer til Týsklands næsta ár, skrivar KVF

Ein javnleikur og tvey tap gjørdist úrtøkan hjá U15-landsliðnum við gentum, sum síðstu dagarnar hevur verið til Baltic Cup í Lettlandi

Leygardagin 27 august, skipaði Bogaskjótisamband Føroya fyri FM-kapping á Frælsinum, Tórshavn

- Havnar Róðrarfelag fylti 90 ár 25. juni. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um Martin Kúrberg, sála, sum brendi fyri kappróðri og var formaður í felagnum, tá eg sum unglingi kom oman í Álaker

Veðrið var av tí allar fagrasta tá børn kappsúkklaðu í Hoydølum sunnudagin. Hetta var næsta kapping, ið Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri í summar