Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Hetta er ein stórur dagur fyri okkum og fyri feløgini, sum tolin hava bíðað í eftir at sleppa framat - tit eiga øll eina stóra tøkk uppiborna fyri tykkara tolni og fyri at finna tykkum í nógvum órógvi, segði Annika Olsen tá hon beyð vælkomin á Ovara Vølli

Føroyameistararnir KÍ góvu sveisisku meistarunum Young Boys skarpan gang, tá liðini hittust í Champions Leauge í gjárkvøldið

Í dag kl. 16.30 verður stutt almenn samkoma í Gundadali, har borgarstjórin fer at bera fram eina heilsu í sambandi við at Ovari vøllur hevur fingið nýtt graslíki

Fyrr í ár útskrivaði felagið búmerkjakapping og inn komu 13 uppskot. Ein samd nevnd valdi uppskotið hjá hollendsku Claire Oude Aarninkhof

Fyri tíð er Ovari vøllur klárur og verður handaður Tórshavnar kommunu í morgin. Tað er fyritøkan Laiderz sum hevur lagt nýtt graslíki á vøllin

Verkætlanin viðvíkjandi útbygging av verandi svimjihøll í Gundadali við nýggjari svimjihøll við langhyli, terapihyli, dampsauna, uttandura hitapotti v.m., er nú liðugt prosjekterað

- Um landsstýrið ikki hækkar játtanina til ítróttin minst 1,5 milliónir krónur næsta ár, so lækkar stuðulin til sambondini undir ÍSF 11 prosent. ÍSF hevur greitt landsstýrinum frá støðuni, men hevur enn einki frætt aftur

Starvsnevndin í FSF hevur avgjørt, at frá komandi fríggjadegi sleppa áskoðarar aftur til dystir í føroysku fótbóltskappingunum

UEFA hevur gjørt av, at KÍ vinnur dystin móti Slovan Bratislava, sum skuldi vera mikudagin 19/8-2020 við Djúpumýru í Klaksvík

Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze úttók mánadagin hópin til EM-undankappingardystirnar móti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða á Svangaskarði 2. og 8. september

Fyrrapartin úttók Håkan Ericson sín fyrsta føroyska landsliðshóp, og fyri fyrstu ferð hava Daniel Johansen, Heðin Hansen og Dan í Soylu fingið A-landsliðsboð

Í finaluni megnaði Jóannis, at skjóta 49 dúgvur, sum vóru 2 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin

- Tað sum hendi í Føroyum var ein skandala og stór skomm, heldur Ivan Kmotrik

- FSF hevur verið í samband við UEFA og spurt um dystin millum KÍ og Slovan Bratislava, men eingin avgerð er tikin enn, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti, við VP

- Eldhugurin tekur ongan enda og hugurin at venja og gerast betri til fótbóltin kennir neyvan sín líka, heldur útlendskur hjálparvenjari

Á heimasíðuni hjá UEFA stendur, at dysturin hjá KI móti Slovan Bratislava endaði 3 - 0

Í beinleiðis sendingini úr Klaksvík, var boðað frá, at dysturin í Klaksvík er avlýstur

- Alt bendir í skrivandi stund á, at KÍ vinnur dystin ímóti Slovan Bratislava uttan at spæla hann, skrivar Norðlýsið

Klaksvíkar kommuna sendur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Slovan Bratislava

Vøllurín í Klaksvík er klárur til dystin millum KÍ og Slovan Bratislava klokkan 17, sigur nevndarformaðurin í KÍ, Tummas Lervig, við Útvarpið

- Bæði fyrra og seinna ferðalagið hjá Slovan Bratislava hevur havt smittutilburð við, og tað hevur gjørt, at óvissa enn valdar um dystin, nú bert fáar tímar áðrenn hann skal spælast

Tað verður nýtt at hoyra um einar tríggjar tímar, segði Lars Fodgaard Møller landslækni við Norðlýsið fyri løtu síðani

Spælarar á fyrsta liði og kanska nakrir ungdómsspælarar í Slovan Bratislava koma við flogfari til Føroya, sambært KVF

Seinni í dag verður greitt, hvussu verður við Champions League-dystinum millum KÍ og slovakiska liðið, Slovan Bratislava, skrivar KVF

Í samrøðu við Norðlýsið í kvøld, greiður Tummas Lervig frá, at avgerð verður tikin í morgin um hvørt Champions League dysturin við Djúpumýru í annaðkvøld skal spælast ella ikki.

Silva hevur verið Manchester City-leikari síðani 2010

At renna «strava-art» er seinnu árini vorðið sera vælumtókt, og er vorðið eitt slag av list eisini

- Umframt at vísa dystin so verður eisini ein fótbóltssending, har samrøður, innsløg og upptakt til dystin verður víst ein heilan tíma áðrenn dystarbyrjan, soleiðis at øll kunnu koma í gott fótbóltslag

Leygardagin 22. august fara kappingarnar hjá teimum vaksnu í gongd aftur, og leygardagin 29. august byrja tey yngru aftur at spæla dystir

Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla, gjørdist um vikuskiftið føroyameistari í TRAP leirdúgvuskjóting

Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í TRAP leirdúgvuskjóting

Føroya Sunnasta 1/2 marathon, ið vanliga er seinast í septembur, og sum verður runnið úr Trongisvági til Vágs velur nú eisini at avlýsa

UEFA hevur avgjørt at flyta føroyska FIFA-dómaran, Kára á Høvdanum ein bólk upp, so hann nú er í bólki 2, sum gevur møguleika til at døma dystir á hægri altjóða støgi enn higartil

Komandi vikuskifti 15.-16. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting

Steðgurin í øllum kappingum hjá FSF, undantikið í Betri Deildini hjá monnum, er nú longdur við einari viku, og er galdandi til og við fríggjadagin 21. august

Seinnu árini hevur tað verið meira eyðsýnt, at gjógvin millum topp og botn gerst alsamt størri. Í ár er hetta meira sjónligt enn nakrantíð

Tað er nógv, ið bendir á, at fleiri av EM-undankappingunum hjá yngru landsliðunum í heyst verða avlýstar. Greitt er í øllum førum, at venjingarlegurnar hjá U15- og U17-gentunum í næstum verða av ongum

Forsetin í ÍSF minnir á, at hvør einstakur kann gera sítt fyri at minka smittuvandan við at sýna samfelagssinni og rættan atburð

Orsakað av vaksandi koronasmittu er avgjørt at steingja allar ítróttarhallirnar og Svimjihøllina í Gundadali fyribils frá í morgin 8. august til og við sunnudagin 16. august

Fyrrapartin komu boð frá UEFA um, at vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík kann hýsa dystum hjá føroysku liðunum, sum skulu spæla evropeiskan fótbólt í summar

- So broyttist jaliga gongdin í arbeiðinum at basa covid-19 og vit hava tí avgjørt, at afturvendandi tiltakið Føroya Vakrasta Hálvmaraton verður broytt til eina tykisrenning: #MíttVakrasta2020

Eftir 8 árum er Tórsvøllur sambært kanningarumboðunum hjá FIFA best røkti vøllur tey hava góðkent higartil

Avgerð er nú tikin um, at fyribils verður allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august

Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar

Góð útlit eru fyri, at ovari vøllur í Gundadali verður liðugur í hesum mánaðinum. Tilsamans 9 miljónir eru játtaðar til ígongdverandi arbeiði

Væleydnaða rørsluátakið hjá ÍSF og Fólkaheilsuráðnum “Rørsla í Føroyum” er komið at enda

- Vit eru sera fegin um at Suðuroyar Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Faroe Islands Handball Cup 2020, sigur Bogi Mortensen, vegna fyrireikararnir av stóru hondbóltskappingini, sum verður í Vági komandi dagarnar

Kappríðing á Ólavsøku er gamal siður, kappast hevur verið í nærum 100 ár, men seinastu 50 árini hevur kappríðingin verið við Marknagil

Bárður á Steig Nielsen hevur róð 5 Ólavsøkur á rað í master-róðrinum, og hevur vunnið róðurin hvørjaferð. Men tá var hann ikki løgmaður

Klokkan fýra seinnapartin í dag, mánadgain 27. juli 2020, letur Flytingargluggin hjá FSF aftur. Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar niður í 15 ára aldur