Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Venjarin hjá U17-landsliðnum við gentum, Eyðvør Jacobsen er bjartskygd undan EM-undankappingini, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars

Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Í gjárkvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini - einasta FM-heitið higartil var í 1978

Móttøka var í dag í móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu fyri hondbóltslandsliðinum hjá monnum

Øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag í næstum, skulu fáa hetta avgreitt í seinasta lagi í morgin, fríggjadagin 15. mars klokkan 16:00. Tá letur flytingarvindeygað í Føroyum nevniliga aftur á hesum sinni

Sunnudagin byrjar EM-undankappingin fyri U17 gentur, sum hesaferð verður spæld í Føroyum. Fyrsti dysturin verður millum Lettland og Føroyar. Avspark er klokkan 13:00

Seinastu dagarnar hava 14 høvuðsungdómsvenjarar saman við umboðum fyri FSF verið á námsferð í Danmark. Vitjað varð í FC Nordsjælland, Lyngby BK og HB Køge, og hjá danska hockey-sambandinum

Fyri fimtu ferð hevur Tórshavnar Bridgefestivalur verið, og í ár vóru íslendingar á øllum ovastu plássunum, tó so at par nummar trý var eitt blandað føroyskt-íslendskt par

Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið 23 spælarar til venjingarleguna í Spania, og venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark, sum vera ávikavist 22. og 26. mars

Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystin á útivølli móti Portugal, sum verður hósdagin 21. mars

Seinasta styrkiroyndin hjá føroysku dartleikarunum, aðrenn stóru altjóða kappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open var um vikuskifið

Havnarmenn gjørdu bart og vunnu stórsigur á vágamonnum í seinasta umfari í landskappingini í dag

Við betri settmuni á stigatalvuni hóast 3-2 tap fyri SÍ seinasta mánadag, hevur Fleyr havt fyrimun í kappingini um rættin at møta Drátti í FM-finalunum, men treytirnar hava tó verið beinharðar

Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Havnarmenn standa til at taka FM-heitið frá vágamonnum, men við einum rimmar spurti kann Sandavágs Talvfelag endurvinna FM-heitið

Við appini “FSF fótbóltur” hava øll fótbóltsáhugaði nú lætta atgongd til kunning og dagføring um dystir og kappingar. Og sum nakað nýtt, verður nú beinleiðis dagføring frá øllum dystum í Betrideildini hjá kvinnum og monnum, og í 1. deild hjá monnum

Mánadagin 11. mars klokkan 10:00 verður kunngjørt, hvussu A-landsliðshópurin hjá monnum og U21-hópurin fara at síggja út til uppgávurnar seinni í mánaðinum

Sambært serfrøðingunum í Fótbóltsblaðnum 2024 er KÍ favorittur at endurvinna FM í Betrideildini hjá bæði kvinnum og monnum

Dystaskráin fyri EM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl

Fótbóltsblaðið 2024 er útkomið, og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli

Nú er greitt, hvørjum kvinnulandsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping, sum byrjar fyrst í apríl mánað

Hans Petur Højgaard setti nýtt persónligt met, og recurve-finalurnar hjá bæði monnum og kvinnum máttu avgerast við shoot-off í bogaskjótikappingini á 18 metrum í Miðvági

Øgiligur speningur er nú um seinna finaluplássið í Føroya Tele-deildini, eftir at SÍ í kvøld vann 3-2 á Fleyr, og bæði liðini standa á 26 stigum

Farna vikuskiftið luttóku bæði ungdómsleikarar og vaksnir leikarar í kapping í Danmark

Compound-finalan hjá dreingjunum var óguvliga tøtt og spennandi, og bæði hjá gentunum við barboga og recurve-dreingjunum vóru óvæntað úrslit

Brandur í Dali heldur fram sum nevndarformaður eftir aðalfundin sum var herfyri

Aftur í ár gjørdist talan um eina væl eydnaða ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Tilsamans 72 luttakarar vóru á ráðstevnuni

Í morgin, leygadagin 2. mars, verður kappast um norðurlendska meistaraheitið/ Open Nordic Championship í innirógving

Hetta vikuskifti verður árligur norðurlendskur fundur hjá norðurlendsku fimleikasambondunum. Og í ár er fundurin í Føroyum, og Føroya Fimleikasamband er vertur

Frá 12. til 20. mars fer U17-landsliðið við dreingjum til Gibraltar, har UEFA menningarkapping verður á skránni

Stóri blíðskapurin, sum øll í Team SuðurSkot sýndu, vann væl og virðiliga á kuldanum, og kappingarnar gingu væl, hóast umstøðurnar ikki vóru tær bestu

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum rætt og slætt smurdi Luksemburg av og fekk síni fyrstu undankappingarstig yvirhøvur. Liðini hittast aftur á Hálsi sunnudagin, skrivar KVF

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt hópin til EM-undankappingina, sum verður í Turkalandi fyrst í apríl mánað

Nú er greitt, at tað verður Solby A. Christiansdóttir, sum skal fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Hon er serliga kend úr Kringvarpinum, har hon eitt nú havt ítróttin undir hond

Ein av teimum, sum aftur í ár verður at síggja fram við síðulinjuni í Betrideildini, er Dan Højgaard úr Rituvík. Dan fer nú undir sítt 25. ár sum hjálpardómari í føroyskum fótbólti

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars

Á seinasta býráðsfundi varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Allan við Rætt og Pól á Sondum, um at skifta restina av gomlu vindeygunum í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði

Í gjár varð fimta og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági, og sostatt er Grand Prix-kappingarárið í borðtennis nú komið at enda, og vinnarar eru funnir og heiðraðir í øllum aldursbólkum

SÍ vann Bónuskappingina fyri kvinnuungligar ímóti Mjølnir. Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst

Fleyr vann Bónuskappingina fyri gentur 19 í einum dysti ímóit Mjølnir, sum ongantíð bleiv rættuliga spennandi

Elsta ítróttafelag í landinum og yngsta flogbóltsfelagið hittust til enn eina finalu í dag. Elsta felagið, TB, vann dystin og Bónuskappingina fyri gentur 14B

Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikara koma úr Sørvági og úr Vágum annars

Hvørki av oddaliðunum í landskappingini í talvi vunnu í dag. Havnar Telvingarfelag styrkti um leiðsluna í oddastríðnum í næstsíðsta umfari í dag. Afturímóti harðnaði stríðið millum aftaru liðini, sum royna at lívbjarga sær í deildini

Dómararnir, hjálpardómarar og dómara eygleiðararnir løgdu um vikuskiftið seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sum fer av bakkastokki um tvær vikur

Leygardagin 23. februar 2024 vóru ávikavist 2 dystir í A-bólkinum og 3 dystir í B-bólkinum í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali

 

Í morgin sunnudagin verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg

U16 genturnar hjá Fleyr tóku fyrsta gullið til Havnar í Bónuskappingini

U16 dreingirnir hjá SÍ tóku annað gullið til Sørvágs í kvøld, tá teir sannførandi funnu 2-0 á ÍF

Kappingin í ár er skipað sum bæði EM og HM, og í dag hava føroysku rógvararnir kappast á 500 m

U19 dreingirnir hjá SÍ vunnu fyrsta gullið í Bónuskappingini í flogbólti. Sì vann 2-1 á ÍF

Undan Bónus-steypafinaluni hjá monnum: Leygardagin 24. februar kl. 19:00 í Høllini á Hálsi: SÍ – Mjølnir

Undan Bónus-steypafinaluni hjá kvinnum: Leygardagin 24. februar kl. 16:00 í Høllini á Hálsi: Fleyr – Dráttur