Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í gjár var móttøka fyri fimleikarum hjá Ljósinum og Havnar Fimleikafelag, sum hava staðið seg rættiliga væl, bæði í amboðsfimleiki og í estetiskum fimleiki

Í samband við EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera 31. mai og 4. juni, bjóðar kvinnulandsliðið øllum U9 liðum til venjing á Tórsvølli mikudagin 29. mai klokkan 17:00

Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Íslandi, har Nordic-cup kappingin í dart verður hildin hesa vikuna

- Steen og Peder Mondrup stovnarar av Team Tvilling koma til Føroyar at renna Tórshavn Marathon 2024

Tað bleiv til tríggjar føroyskar ósigrar í UEFA menningarkappingini fyri U17-landslið við gentum, ið farnu dagarnar hevur verið í Moldova. Men sum heild var talan um eina læruríka kapping, sigur venjarin, Eyðvør Jakobsen

Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna skipa vikuskiftið 18.-20. oktober fyri Norðurlanda-meistarastevnuni 2024 í olympiskari vektlyfting í Bylgjuni við Løkin í Runavík

18. mai 2024 var FM í amboð verið í Bylgjuni í Runavík. Kappast var um FM heitið í einstaklingum, all-round, og í hvørjum amboði sær

Í Digranesi í Íslandi góvu Føroyar Íslandi skarpan gang í silvurliguni

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi í dag sín fyrsta dyst í Silvurliguni á hesum sinni. Dysturin var ímóti Montenegro, sum er styrkimett nr. 23 í Europa, og heimaliðið vann tryggan 3-0 sigur

Í røðu sínari fyri FM vinnarunum, fegnaðist Heðin Mortensen, borgarstjóri, um, at tað gongur so væl við hondbóltinum í Tórshavnar kommunu

Emil Rosenberg hevur júst undirskrivað sáttmála við Skála ÍF. Hann kemur at leika við Betri deildini hjá monnum og verður við í seinnu hálvi av kappingini

Ferðalagið fer avstað við Atlantsflog í morgin og leikar fyrsta Silver League dystin fríggjakvøldið kl. 17, føroyska tíð, í høvuðsstaðnum Podgorica. Hesin dysturin er ímóti heimaliðnum, Montenegro

- Ferðalagið fór til Ísland í morgun og skal leika fyrsta dystin fríggjakvøldi Íslandi kl. 19.00 føroyska tíð. Fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi

Signe Pries Andersen hevur sent boð eftir 20 leikarum til EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera á Tórsvølli 31. mai og 4. juni

- Vit kenna øll Muhammed Ali, og flestu okkara munnu hava sæð Rocky filmarnar. Men her heima hava vit ikki sæð so nógv til boksning, fyrr enn nú. Tit hava veruliga megnað at gjørt ítróttina sjónliga aftur her heima

TB møtir B36, og í hinari hálvfinaluni møtast HB og Víkingur. Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 29. mai og 19. juni

Venjarin, Jógvan Martin Olsen er sum heild sera væl nøgdur við fótbóltsstevnuna, ið farnu dagarnar hevur verið í Esbjerg í Danmark

Tá samanum kom gjørdust tað Robert Langgaard & Bogi Simonsen sum vóru stinnastir og vunnu FM-heitið fyri pør 2024 við 146 stigum

Við sigri á Skála, vann TB/FCS/Royn leygardagin fyrsta sigurin í fremstu deildini hjá kvinnum. Í oddastríðnum drógu Víkingur og KÍ frá NSÍ

Klokkan 14:09 setti flogfarið seg úr Stavanger, so nú sleppur hondbóltslandsliðið avstað við flogfarinum til Billund og so víðari við leiguflogfari

Kappingin byrjaði í morgun og heldur áfram næstu dagarnar. Leikararnir luttaka í M og A rekkjuni

Víkingur, TB, B36 og HB hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakastið verður á Rás 1 sunnudagin klokkan 17:00

Um vikuskiftið leika føroysku A-landsliðini í flogbólti 6 dystir. Mennirnir tríggjar í Føroyum og kvinnurnar tríggjar í Íslandi. Talan er um fyrireiking til Silver League kappingina sum stendur fyri durum

Í gjár var gallatiltak í hølunum hjá Føroya Tele, har Ársins flogbóltsleikarar í Føroya Tele-deildunum vórðu avdúkaðir

Við sannførandi sigrum í fimta umfari, halda Víkingur, KÍ og NSÍ fast um fremstu plássini í Betrideildini hjá kvinnum

Betri Banki hevur gjørt 4 ára stuðulsavtalu við Parasport Føroyar

Suðuroyggin liggur ov langt burturi frá miðdeplinum, sigur altjóða Oyggjaleikafelagsskapurin, men roynt verður kortini at hava onkra kapping í Suðuroy, sigur ÍSF sambært KVF

Flogbóltssamband Føroya hevur í eina tíð arbeitt við at fáa altjóða dómara, og úrslitið er, at Dávið Ryan nú hevur verið á altjóða dómaraskeiði í Bulgaria, sum er partur av tilgongdini at gerast altjóða dómari

Leygardagin 4. mai hevði ÍSF aðalfund. Ársfrágreiðingin varð løgd fram, broytingar vórðu gjørdar í starvsnevndini og nýggjar stuðulsskipanir til bæði breidd og úrval vórðu samtyktar eins og John Kjær fekk heiðurskross ÍSF

Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi var sunnudagin kosin besti spælari í fremstu deildini hjá kvinnum í mars og apríl mánað

Saman við KÍ, HB, B68 og FC Hoyvík skipar FSF fyri fýra fótbóltsskúlum í summar. Tann fyrsti verður í Klaksvík 21. og 22. juni

22 ára gamli, Géza Dávid Turi, ið fyrstu umførini hevur stjórnað miðvøllinum hjá Víkingi við manér, var leygardagin kosin til besta spælara í Betrideildini í mars og apríl mánað

Næstan 50 venjarar tóku lut á felagstiltøkunum fyri U11 og U13 venjarar, ið farnu vikurnar hava verið í Fuglafirði, í Vági og á Tórsvølli

- Í dag, mikudagin 1. mai kl.16.00 fer kappróðrarsendingin á Rás 2 av bakkastokki

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til EfB Elite Cup, sum verður í Esbjerg frá 6. til 11. mai

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum hevur úttikið hópin, sum frá 14. til 21. mai skal taka lut í UEFA menningarkapping í Moldova

Føroya Tele-deildin, menn, seinna FM-finalan: Mjølnir – SÍ 2-3 (25-19, 25-17, 18-25, 22-25, 17-19), Gullsett: Mjølnir – SÍ 15-9

Føroya Tele-deildin, kvinnur, seinna FM-finalan: Dráttur – Fleyr 3-2 (16-25, 25-18, 26-24, 23-25, 15-12). Gullsett: Dráttur – Fleyr 15-12

Nú er greitt, hvussu tey átta liðini møtast í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, sum verða spældar mikudagin 8. og hósdagin 9. mai

Í kvøld hava tær báðar Bjarnhild Í Buð Justinussen (KBF) og Miriam Í Grótinum (HBF) vunnið sær pláss í fjórðingsfinalu í tvímansleiki í altjóða kappingini Yonex Finnish International 2024

Norðlýsið greinar, hví KÍ valdi at siga upp venjaran í gjár

Seinna finalan verður spæld leygardagin kl. 18 í Høllini á Hálsi. Vinnur Mjølnir - sama hvat settmunurin er - so er føroyameistaraheitið teirra

Eftir at hava tapt tey bæði fyrstu settini, kom Dráttur afturíaftur og javnaði til 2-2 í settum, men í javnbrótaranum gjørdi Fleyr bart og vann 15-9

Ítróttarhandilin Intersport, sum vit eisini kenna, sum Thomas Dam Ítróttur, flutti í dag í nýggj og stásilig høli uppi á Smyrlisvegi í Havn

324 børn hittust til ein lívligan dag í sólini í Havn. Ein dagur fullur av rørslugleði og felagsskapi, fløggum, heppum og smílum

Beint eftir síðsta bríksl í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum

Í kvøld kl. 18:30 møtast Dráttur og Fleyr á Giljanesi í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum í flogbólti

- Trygd og Badmintonsamband Føroya hava nú undirskriva 2 ára avtalu, har Trygd er høvuðsstuðul hjá okkara ítrótti í 2 ár

Ítróttarfelagið FC Hoyvík er nú farið undir eina tilgongd, sum skal styrkja um samanhaldið hjá yngru íðkarunum, og eisini skulu foreldur hava eina skyldu at hjálpa til í felagnum, skrivar KVF

Oyggjaleikirnir í Føroyum fáa helst føroyskan høvuðsstuðul. Oyggjaleikanevndin hevur ilt við at finna langtíðarstuðul, eftir at enski bankin Natwest hevur takkað fyri seg, skrivar KVF