Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kæran hjá EBS/Skála um longdu leiktíðina í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fekk ikki viðhald í Aganevndini

Farna sunnudag fingu seks núverandi og fyrrverandi dómarar prógv sum dómaraeygleiðarar. Ein av teimum er Petur Reinert, sum sigur seg hava lært nógv av teimum, ið hava eygleitt hann seinastu árini

Teir seks ungu leikararnir, sum seinastu vikuna hava umboðað Føroyar í EM fyri U19 lið í Finnlandi, fingu seg veruliga roynd ímóti so mætum tjóðum sum Danmark, Týsklandi og Finnlandi

HB er føroyameistari fyri 24. ferð, hetta gjørdist veruleiki eftir 4-0 sigur á TB á Tórsvølli. Sí video sum KVF hevur lagt út

Ársins fyrsta innandura kapping bleiv skotin í vikuskiftinum

FM fyri seyðahundar hevur verið í dag

Fríggjakvøldið savnaðust allir venjararnir, hjálparvenjararnir og málmansvenjarar, ið varða av landsliðunum hjá FSF. Millum annað varð kjakast um leikhátt og menning av føroyskum landsliðsfótbólti

Umdysturin byrjar klokkan 14.00 í Løkshøll í Runavík

“Landsliðsbúðin” er navnið á nýggja handilinum, sum mánadagin 2. november letur upp í niðastu hædd í FSF-húsinum við suðurendan av Tórsvølli

Føroyameistari í talvi 2020 verður antin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag ella 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er nú á odda í FM-kappingini í talvi

Egga Jensen fekk í gjár heiðurskrossin frá ÍSF. Hetta fór fram á samkomu í sambandi við 40 ára føðingardagin hjá Parasport Føroyum, har Egga hevur verið ein dyggur stuðul øll árini

Nú kemur altjóða skjótibreytin á Sandvíkum. Seinnapartin undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og Veiðifelagið Byrsumúli undir avtaluna, sum slóðar fyri hesi verkætlan

Fimleikararnir í Føroyum taka seg støðugt fram, og tí er tørvurin til fimleikaútgerð í FIMI broyttur. Tí hevur býráðið nú játtað 1 mió. kr. Til eina opna skúmgrøv

Nú er greitt, hvørji lið verða í bollanum, tá lutakast verður til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Drigið verður í 3-2 komandi mánadag

Føroyar eru aftur í 2021 partur av altjóða eFótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2021. Kappast verður í telduspælinum eFootball PES2021, og í november skulu føroysku eLandsliðsleikararnir finnast í kapping

Í dag var farið undir at taka ÍSF-húsið niður, og samstundis verður farið undir at gera altjóða Langhylin og vælverudepilin í Gundadali

Teir seks føroysku leikararnir skulu dystast ímóti Danmark, Týsklandi og vertstjóðini Finnlandi í bólkaspælinum

FUR hevur sent skriv til politisku flokkarnar um ikki at skúgva til viks stóran part av sjálvbodna barna- og ungdómsarbeiðnum

Tað bleiv aftur til eitt gullheiðursmerki og enn eitt FM heiti til Helga W. Olsen sunnudagin. Uppskriftein var tann sama

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at allir dystirnir í 27. og seinasta umfari í Betri Deildini hjá monnum skulu byrja klokkan 14:00

Hóast keðiligt veður, so møtti heilt fitt av fólki upp úti á Vík í Leirvík í gjár tá nýggja skjótibreytin hjá Eysturskot var alment tikin í brúk

Yngsti telvarin í Landsliðsbólkinum er fremstur eftir fyrstu trý umførini í FM-talvkappingini fyri einstaklingar í Runavík

Ein lítil samkoma var seinapartin í gamla ÍSF-húsinum, sum nú verður tikið niður, nú Langhylurin og Vælverudepil verða bygdir á staðnum

Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi – serliga tá koyrt verður í rundkoyringini út á Argir – meðan kappingin fer fram sunnudagin frá kl 13

Nú skal føroyameistarin í talvi 2020 finnast

Við 57 landsdystum á baki, er Heidi Sevdal royndasti leikarin í hópinum, sum bjóðar Wales av á Rodney Parade hóskvøldið. – Tað kennist serligt at vera royndasti leikarin á liðnum, sigur hon

Fríggjadagin 23. oktober kl 16.30 verður ervi og hugnaløta í ÍSF-húsinum, og ØLL eru hjartaliga vælkomin

Fyrireikingarnar í samband við EM-endaspælið fyri U17-landslið við gentum ganga væl. Kappingin verður í Føroyum frá 2. til 14. mai komandi ár

Á móttøku í Tinganesi í dag heiðraði løgmaður nýklakta evropameistaran í einskullara rógving

Dysturin millum Føroyar og Andorra á Tórsvølli endaði 2-0, men hann kundi endað 3-0 um ikki Føroyar klossaðu eitt brotsspark burtur bæði í skoti og tá bólturin sprakk út aftur

– Vit ynskja at savna alt virksemið hjá felagnum á einum stað, og nú bátahavn skal gerast í Álakeri, gerst eisini møguleiki hjá okkum at byggja nýtt neyst, sigur Allan Mouritsen, formaður í Róðrarfelagnum Knørri

Tíverri hava áskoðarar ikki atgongd til U21-landsdystin millum Føroyar og Montenegro, sum verður á Svangaskarði týsdagin klokkan 17:00. Men dysturin kann síggjast beinleiðis á Rás 1

Landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir Honnu Lamhauge Jacobsen úr B36 og Mariu á Lakjuni úr ÍVB til útidystin móti Wales 22. oktober

Tá føroyska A-landsliðið við monnum fer á vøllin ímóti Andorra týsdagin klokkan 19:45, vera spælararnir í nýggja bláa spælibúnanum

Klokkan 19:00 sunnulvøldið 11. oktober verða 500 atgongumerki til dystin millum Føroyar og Andorra sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF

Føroyar eru framvegis frammanfyri Letland í kappingini

Vann hálvfinaluna í morgun

John Petersen, landsliðsvenjari hevur sett navn á tær 21, sum skulu umboða Føroyar í EM undankappingardystinum móti Wales 22. oktober

Føroyska liðið byrjaði væl, og fyrstu løtuna var munurin ikki so stórur. Men um miðan fyrra hálvleik fingu danir hol á

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari hava sett liðið, sum byrjar á vøllinum í venjingardystinum móti Danmark

- Sum nýggjur venjari hjá føroyska landsliðnum verður tað spennandi at vita, hvussu vit klára okkum móti einum fantastiskum liði sum Danmark, sigur føroyski landsliðsvenjarin

1990, 1991 og 2000. Tríggjar ferðir hava Føroyar spælt móti Danmark, og hvørja ferð er tað endað við tapið. Kringvarpið hevur øll málini úr dystunum

Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu, um at flyta skrivstovu og goymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn

Í gjár var góðkend testfyritøka, góðkend av FIFA, og testaði Ovaravøll í Gundadali

Tá A-landsliðið við monnum fer á vøllin til seinastu heimadystirnar í UEFA Nations League, verður tað við stuðli av áskoðaraplássunum

Við javnleiki móti KÍ og sannførandi sigri móti ÍVB, hevur HB vind í seglunum undan seinastu dystunum í landskappingini

Tvey avboð afturat hava rakt U21-landsliðshópin. Hannes Agnarsson og Jákup B. Andreasen hava givið avboð, og í staðin hevur Sámal Erik Hentze send boð eftir Dann Fróðason og Hanusi Sørensen

Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen hava fingið fýra avboð til dystirnar móti Spania og Montenegro, sum verða 8. og 13. oktober

UEFA hevur avgjørt, at frá komandi dystum í UEFA Nations League verður loyvt liðunum at gera fimm útskiftingar