Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur tikið fleiri myndir frá næstseinasta degnum á Føroyaleikum

Fríggjadagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum annan dystin í árligu NM-kappingini. Mótstøðuliðið var Holland, og úrslitið gjørdist ein tryggur 5-0 sigur til hollendsku genturnar

Tað vóru ikki færri enn 45 súkklur og 46 luttakarar við í 105 km avbjóðingini á Føroyaleikum

Tað gekk sera væl hjá svimjarunum úr Ægir í 4×100 metrar blandað MIX í dag. Felagið úr Klaksvík tók bæði føroyska metið og juniormetið við tveimum ymsum liðum

Seinni og seinasti dagurin í skjóting á Føroyaleikum bleiv avgreiddur í dag

Dartítróttin kappast í Vági á Føroyaleikunum. Hetta er eitt gylt høvi hjá Dartsambandinum at vísa ítróttina fram í Suðuroy, tí í løtuni er einki felag har

1500 m. svimjing, 40 km. renning og 10 km. renning. 19 íðkarar vóru við, tá ið triatlon var skotið í gongd í Klaksvík

Ungu íðkararnir í frælsum ítrótti eru í stórari framgongd. Fleiri hava sett persónlig met, meðan Føroyaleikirnir hava verið

Fyrsta badmintonkapping á Føroyaleikum var ein liðkapping, har leikararnir vórðu blandaðir og settir á lið saman við leikarum frá øðrum feløgum

Besti seyðahundur skuldi finnast, tá kappast varð á Frælsinum. 19 hundar við eigara luttóku

Kappast var í dag í kúlulyfti, eisini nevnt kettlebell

Fyrstu Føroyaleikir nakrantíð vórðu settir á Tórsbreyt í kvøld. Við horntónleiki, røðum og íðkarum í góðum kappingarhýri, kundi Heðin Mortensen, borgarstjóri, seta leikirnar

Eisini á øðrum degi gekst sera væl, tá judokapping í Føroyaleikunum var í Klaksvík. Í dag var U18 kapping á skránni

Yvir 60 ungdómar kappast í hesum døgum í judo á Føroyaleikum

Hávard Vatnhamar skal renna hálvmaraton á Føroyaleikum sum liður í fyrireikingunum til Paraolympisku leikirnar í Japan seinni í summar

Lagt varð frá landi við frælsum ítrótti á Føroyaleikunum í gjár í frálíkum líkindum á Tórsbreyt

Maribrit Reynheim Petersen og Leif á Bøgarði vunnu vektlyftingingina hjá ávikavist kvinnum og monnum, sum Føroya Styrkisamband og Styrkifelag Føroya skipaðu fyri á Føroyaleikunum í dag

Mintust Gutta Sørensen, tá Føroyaleikirnir vórðu settir í Vági

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt lið vunnið í Lettlandi, skrivar Bolt.fo

30 danir og 30 føroyingar kappaðust í dag í U15 bólkinum í judo

Bartal var longu áðrenn hetta hin næstskjótasti føroyski bringusvimjarin nakrantíð

Nú fríggjamorgunin fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda í Litava

Sigtór Petersen er nýggjur venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, ið komandi vikuskifti skal spæla venjingardyst móti danska felagnum, LKB Glistrup

Elisabeth og Bartal hava nú svomið sínar fyrstu kappingar á Evropeisku Juniormeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil 2021, og gekk tað heilt væl

Í døgunum 11. til 14. august verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri norðurlandafundi innan venjaraútbúgvingina og leikaramenningina

Aftaná at hava ligið stillur í 5 ár, varð aftur Badmintonskúli á skránni

Heldur ikki í ár er tað møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til París vegna koronastøðuna, men ístaðin verður súkklað í Danmark

Fyri Føroyar luttaka Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard, bæði úr Havnar Svimjifelag

Fríggjadagin á døgurða varð áttanda útgávan av Intersport Summar Cup floyta í gongd á Ovara Vølli í Gundadali

Havnar Badmintonfelag hevur gjørt nýggja 2-ára avtalu við BankNordik sum høvuðsstuðli

BankNordik hevur verið høvuðsstuðul hjá Hondbóltssambandinum seinastu fimm árini, og nú er samstarvsavtalan longd fyri komandi hálvttriðja árið

Arbeiðið, at leggja nýtt graslíki á Tórsvøll gongur væl, og væntandi verður nýggja undirlagið klárt at taka í brúk um eini tvær til tríggjar vikur

Tá arbeiðið er liðugt ber til at skipa fyri altjóða kappingum og at skipa fyri eitt nú Oyggjaleikunum

Fram til 24. august verður arbeitt á Niðara vølli við at endurnýggja og upprætta drenasfaltlagið, og at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið v.m.

Fyrsta almenna kappingin í styrkilyfting eftir altjóða reglugerðini hjá IPF, International Powerlifting Federation verður á Føroyaleikunum leygardagin 10. juli kl 14:00 í Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya fer skjótast tilber at áseta nýggjan leikdag

Í góðveðrinum í dag varð reisigildið hildið á vøllinum við Djúpumýru, har Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, søgdu nøkur orð

Eitt av tiltøkunum í skránni fyri Jóansøku er eydnuhjól hjá Javnaðarflokkinum undir yvirskriftini "Vinn við Javnaðarflokkinum"

Mikudagin var stóri endabresturin fyri úrvalsvenjingina, sum í vetur hevur verið á Svangaskarði og á Tórsvølli, og hesaferð var serliga stórur dentur lagdur á at knýta spælararnar saman

Tá freistin at melda til Føroyaleikir var úti á miðnátt leygarkvøldið, kundu fyrireikararnir fegnast um, at omanfyri 1100 luttakarar úr 19 ymiskum ítróttagreinum høvdu teknað seg til leikirnar

HB spældi hálvfinalu í kvøld móti Inter Club úr Andorra. Dysturin var spældur á grasvølli í Albania í so nógvum hita, at vatnsteðgir vóru í dystinum, skrivar Bolt.fo

Hóast sirm og ælaveður var fitt av fólkið til kappríðingina við Leynavatni hjá Føroya Ríðingarfelag leygardagin

Forsætismálaráðharrin í Italia, Mario Draghi, sigur seg fara «at virka fyri at fáa finaluna til Róm», skrivar avísin La Repubblica

Um vikuskiftið hava tveir fótbóltsskúlar hjá FSF verið á skránni. Í Sørvági vóru áleið 100 luttakarar, meðan 200 børn og ung vóru á fótbóltsskúla á Toftum

Tað gjørdist eitt minningaríkt kvøld, tá ið Troy 18. juni 2021 skipaði FM í einkulstarti. Heili fimm súkklufeløg vóru umboðað í kappingini

Tað eru vælnøgd reiðfólk ið hetta vikuskiftið, rigga til, at fara til Leynavatn at halda Leynavatnstevnu

Í samband við Føroyaleikirnar, sum ÍSF skipar fyri frá 8. til 11. juli, verður fótbóltur eisini á skránni, har Føroya besta lið í fóttennis skal finnast

Av óvissuni, sum koronastøðan hevur við sær í løtuni, hava fyriskipararnir av Sundalagsstevnuni valt at avlýsa stevnuna. Kappróðurin verður tó framvegis, men óvist er, hvussu verður við áskoðarum til róðurin

Í vikuskiftinum var triðja innleiðandi ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í fimm ymiskum flokkum

Tað sum bjargar Leynavatnstevnuni, er at øll tiltøk eru úti og at óv mikið av plássið er til fólk, sigur Føroya Ríðingarfelag