Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kvartettin í Betesda, sum hevur sungið saman í samfull 55 ár, kemur sunnukvøldið á vitjan hjá samkomuni Nazaret í Kaldbak, har ein sangløta verður kl. 18

Í tíðarskeiðinum frá 8. apríl til 13. mai verður Berøa í Saltangará karmur um bíbliutíma-røðina "Frá skapan til Ábraham", har øll eru vælkomin

Móttøka var á Havnar Træsmiðju seinnapartin nú 40 ár eru liðin, síðani Havnar Træsmiðja varð sett á stovn

Seinnapartin í dag hevur verið skipað fyri móttøku í Fountainhúsinum í sambandi við 10 ára dagin

Í komandi viku hevur NLS fund í Føroyum. Høvuðsevnið á fundinum, ið varir í tveir dagar, er talgildingin í barnaskúlanum

- Sansaligt-abstrakt og figurativt landslag er heiti á málningaframsýning sum Finleif Mortensen letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 5. apríl kl. 15.00

- Við einum donskum fótbóltskrússi úr Meksiko í 1986 millum nýupptrektar øl, eru vit í køkinum hjá mínum heimildarmanni, sum vil verða ónevndur

Sendingin, Sofía og djórini, sum Kringvarpið gjørdi fyri tveimum árum síðani, verður send í svenska sjónvarpinum í næstum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, er ivaleysur og vil hava greiðar reglur fyri, hvussu fartelefonir eiga at verða handfarnar í skúlunum

Hallgerð Akurstein úr Hvannasundi hevur tikið stig til ein talgildan lesiring, har øll áhugað kunnu vera við. Ymsar bøkur í Bíbliuni verða lisnar og umrøddar á netinum, skrivar KVF

- Í nýggju stavsetingarorðabókini er einki alternativ. Orðið finst ikki

Hetta verður evnið á tiltaki 9. apríl kl. 19:30 á Skúlatrøð í Klaksvík (í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð)

- Ítróttur er fimi fyri øll; kvinnur og menn, yngri og eldri, vælvera millum Føroya vøkru fjøll, loysing frá dagsins meldri

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja kekkiska stórfilmin Il Boemo. Virðislønti filmurin er um best umtókta operatónaskaldið í italska 1700’talinum, Josef Mysliveček, ið var mentor hjá Mozart

Svimjifelagið Flot á Toftum varð sett á stovn tann 2. april í 1984. Sostatt hevði felagið 40 ára stovningardag í gjár

- Skipafelagið Føroyar – stovnað í 1919 – fekk ikki góða byrjan. Svenska skipasmiðjan, ið smíða skuldi teimum farmaskip við plássi fyri nøkrum ferðafólkum, fór á húsagang, tá ið skipið stóð hálvliðugt, og allur inngoldin peningur var mistur

- Hóast Malan Mohr, lærari, seinastu árini hevur ognað sær servitan við tveimum eftirútbúgvingum innan ADHD og autismu og verið við til at sett 2 serskúlatilboð á stovn, so gjørdist alt hetta persónliga stríðið ikki nógv greiðari fyri henni

Onkustaðni er hvítt í dag og aðrastaðni bakar sólin niður

Kom og hoyr kunning um Suðuroyartunnilin, framløgu um hvussu eitt øki best og strategiskt kann fyrireika seg til ein tunnil og góða tónleikaframførslu hóskvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri

Undir flúgving á kvøldi úr Turklandi fyri nøkrum vikum síðani sá danskur flogskipari fyribrigdi á luftini sum hann hevur torført við at lýsa

Nýggj matsendirøð varpar ljós á føroyskan burðardyggan og bíligan mat

- Eitt brak av eini konsert er í væntu, tá ið norski bólkurin Das Body kemur á vitjan. Tónleikurin tey spæla er er eitt slag av punkdisko tónleiki

Henda uppskakandi lendingin er frá floghavnini í Madeira. Tað skal sigast at eingi ferðafólk vóru í flogfarinum

Eftir at nýggja stavsetingarorðabókin hjá Málráðnum varð løgd fram, hava kvinnufeløg kring landið klagað um, at málið er vorðið óneyðuga mannfólkakent

Tríggjar ísbjarnir bankaðu á rútin og vildu sleppa inn til starvsfólkini á eini granskingarstøð í Hornsund á Svalbard

Ímóti endanum á vikuni kunnu vit rokna við kava ella vátaslettingi

Nú Ísland er so væl umtókt ímillum ferðafólk hyggja alsamt fleiri eftir alternativum

Øllum okkara kæru heima ynskja vit eini gleðiligar páskir. Heilsan vit báðir føroyingarnir umborð á Esvagt Connector

Vikuskiftið 19. – 21. apríl savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringum um landið til árligu Landsstevnuna í Leguhúsinum í Nesvík

Í Glugganum fær Símun Persson Jacobsen fyri seinastu ferð vitjan av Petur Jacob Sigvardsen

Mikudagin sýnir Filmsfelagið Dream Scenario, sum norski Kristoffer Borgli hevur leikstjórnað við Nicolas Cage í høvuðsleiklutinum

Teir báðir føroyingarnir eru útvaldir saman við trimum øðrum at umboða Danmark, skrivar Gaffa

- Aftur hesar páskirnar letur listaframsýning upp í fimleikahøll skúlans við Gøtugjógv

- Sum nakað nýtt fer Reyði Krossur at skipa fyri einari summarlegu

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm bøkur út í ársins næsta bókaumfari

Fred Mills hevur verið í Føroyum og gjørt sending um "the incredible infrastructure of the Faroe Islands"

- Tað er av týdningi, at vit fara til kanning, sigur Fríðálvur A. Jensen, sum uttan at vita tað, gekk við viðføddum hjartafeili í 60 ár

Komandi vikuskifti verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus

Í kvøld var Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892 løgd fram í Finsen. Her eru nakrar nyndir

Samstundis sum fleiri finnast at politikarum, sum tey halda vera snævurskygdar, eru Føroyar á summum økjum opnari enn fyrr

Bjarni Árting Rubeksen sýnir fram 21 fotoverk í Víngarðinum í Havn. Høgni Mohr, rithøvundur, ummælir framsýningina

G! avdúkar í dag, at Sound of the Damned úr Grønlandi koma á ársins festival. Sound of the Damned spælir deyðsmálm. Og tað sum ger hendan bólkin púra serstakan er, at sungið og knurrað (growlað) verður á grønlendskum

Týskvøldið 26. mars kl. 17, verður Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892 løgd fram í Finsen. Hetta er síðsta bókin í hesi verkætlan við 6000 síðum. Suðurstreymoy 1852-1892 er 430 síður

- Myndin (frá M/S Museet for Søfart) sýnir Kronprindsessen hjá Dansk Asiatisk Kompagni. Jógvan Ziska Nolsøe, sonur Nólsoyar Páls, var við hesum stóra eysturindiafara

- Móðurmálsdagurin verður í ár hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Nýggj stavsetingarorðabók verður løgd fram á tiltakinum

Páskaaftan ella leygardag reyða verður urgukonsert við unga úrmælinginum Ari Hammer Joensen. Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju kl. 19

- Tá slóðin er løgd, við orðunum skriva ella søgd, og til tíðir tøgd, er rásagrundin laða til orðavøkst at taða

Mikudagin 27. mars 2024 verður ástaðarfundur í sambandi við, at Tórshavnar kommuna er í ferð við at seta skeltir upp við høvuðsútrensl sambært spillivatnskunngerðini

Geomagnetiskur stormur á veg ímóti jørðini kann gera, at vit síggja Norðlýsi náttina ímillum sunnudag og mánadag

Tað man vera gastronomisk rekord, at trýhundrað fólk fara út at eta fisk á trimum matstovum eitt og sama vikuskifti í høvuðsstaðnum. Havnin er farin at eta fisk